Frá mars mánaði komandi ár fara føroyingar at kunna flúgva hvønn dag millum Vágar og Kastrup fyri 649 krónur.
Frá mars mánaði komandi ár fara føroyingar at kunna flúgva hvønn dag millum Vágar og Kastrup fyri 649 krónur. Tað boðaði SAS frá á tíðindafundi, sum felagið helt í Fútastovu í Havn í morgun.
SAS hevur fylgt gongdini í ferðafólkatalinum sum ferðast um Vága Floghavn, og tey tølini hava sannført felagið um, at pláss er fyri meira enn tí eina flogfelagnum.
Bíligastu ferðaseðlarnir eru treytaðir av, at teir verða bílagdir í góðari tíð, og við í prísinum eru øll avgjøld, sigur felagið. Tað ber longu nú til at bíleggja ferðaseðlar á heimasíðuni hjá SAS.
SAS fer at flúgva við flogførum av slagnum Airbus A319 og Airbus A320.




