Orsakað av vánaligum floglíkindum í Vágum í dag hevur Atlantic Airways gjørt nakrar broytingar í ferðaætlanini.
Orsakað av vánaligum floglíkindum í Vágum í dag hevur Atlantic Airways gjørt nakrar broytingar í ferðaætlanini.
RC453 úr Keypmannahavn og RC433 úr Bergen eru lagdir saman, soleiðis at flogið verður umvegis Bergen.
RC453 úr Keypmannahavn: fráferð kl 21:45 og væntast í Vágum kl 00:00
RC433 úr Bergen: fráferð kl 23:45 og væntast í Vágum kl 00:00
RC459 úr Keypmannahavn: fráferð kl 22:45 og væntast í Vágum kl 23:55
Legg til merkis at check-in í Keypmannahavn er opið til kl. 20:00 og í Bergen til kl 22:30
RC471 úr Billund: fráferð kl 22:30 og væntast í Vágum kl 23:30
Legg til merkis at check-in í Billund er opið til kl 20:30.
Allar tíðir eru lokal tíðir.
Legg til merkis at øll ferðandi mugu verða innskrivaði, áðrenn omanfyri nevndu tíðir.
Vit heita á ferðafólk okkara um at fylgja við á heimasíðu okkara www.atlantic.fo
————–




