Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt kunna starvast fulla tíð frá seinnu hálvu av juni til fyrst í august 2014. Tú mást hava støð í Danmark, antin í Billund ella í Keypmannahavn. Starvið kann ikki røkjast við bústaði í Føroyum. Harumframt er neyðugt, at tú býrt nærindis starvsstaðnum.
Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at vísa okkara viðskiftafólki, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við sera góðari tænastu.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og dugir at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði, tosar og skrivar minst eitt skandinaviskt mál flótandi og dugir væl enskt.
Krøv
Tú ert minst 21 ár, skilir føroyskt, hevur góða heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst 200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ur til at fáa flúgviloyvi.
Byrjan
Sambært nærri avtalu á vári 2014. Tú skalt eisini kunna luttaka á skeiði, sum tekur umleið tvær vikur og verður fyrst í mars 2014. Harumframt skalt tú linevenja, sum tekur umleið 14 arbeiðsdagar, í apríl ella mai mánaða.
Arbeiðstíðir og -staður
Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinast í juni til fyrst í august. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu, lógarásettu hvílitíðini.
Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Keypmannahavn ella Billund. Løn og dagpeningur eru sambært galdandi reglum.
Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini:
https://app.jobmatchprofile.com/wp3mpk
Á leinkinum skalt tú svara spurnablaði, viðfesta mynd og viðkomandi prógv og viðfesta eina umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðsroyndir, tú hevur.
Umsóknarfreistin er tann 20. januar 2014
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources




