Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogvøllur á Sandoynni ein góð loysn

John William Joensen

Eg dugi ikki at síggja nakað perspektiv í at byggja flogvøll á Glyvursnesi, ístaðin fyri at leingja flogvøllin í Vágunum, sigur kendi pionerurin innan føroyska flogferðslu Hans Hansen, flogskipari.

Hans Hansen, flogskipari, hevur havt meiri enn 3.300 lendingar í Vágum 
Hann var við tá fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways kom í Vágar.
Hann fór sum 25 ára gamal í 1966 til Noregs, har hann nam sær útbúgving sum flogskipari.
Síðani Atlantsflog byrjaði flúgving uppá Føroyar hevur Hans flogið umleið 15.000 tímar og hevði meðan hann var hjá Atlantsflog fleiri enn 3.300 lendingar í Vágum.

Milliardir upp í luftina á Glyvursnesi
– Um ætlanin er at brúka tvær milliardir krónur uppá ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi og so niðurleggja flogvøllin í Vágunum, so er trupult at fáa eygað á nakað framstig fyri føroyingar, sigur Hans Hansen.

– Hinvegin er tað altíð smart við einum alternativum flogvølli og tí haldi eg at landsmyndugleikarnir heldur áttu av álvara at fari undir fyrireikingar til ein flogvøll í Søltuvík á Sandoynni. 

– Hóast Føroyar eru lítlar so trúvgi eg at pláss eigur at vera fyri tveimum flogvøllum tí tað ber væl til at rekar teir við sama fólkinum. 

– Um tunnil verður gjørdur til Sandoynna, so tekur tað bara ein tíma at flyta brandbilar og aðrar útgerð úr Vágunum til flogvøllin í Sandoynni. 

– Fólkið kundi verið tað sama – og so brúki tú tann flogvøllin sum var best egnaður til veðurlíkindini. 

– Ein slík loysn hevði verði sera góð fyri føroyska flogferðslu og harvið høvdu føroyingar fingið tveir vøllir uppá 1800 metrar.
 
– Eg dugi ikki at síggja nakað sum helst fyrimun av at niðurleggja Vága lufthavn og byggja ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. 

Lang ímillum tos og veruleika.
Hans Hansen, sum má sigast at vera pionerur innan føroyska flogferðslu, sigur at tey mongu árini hann hevði við føroyska flogferðslu at gera var ofta langt frá tos og til veruleika. 

– Vit eru minni enn 50.000 fólk á hesum oyggjunum, og álíkavæl tosað politikarar ofta um eina stóra altjóða floghavn í Føroyum – men eg spyrji hvønn hendan lufthavnin skal byggjast til.
 
– Vit royndu í fleiri ár at skapa møguleikar fyri at útflyta fisk við flogfarið – beinleiðis til marknaðirnar – men hóast allir partar vóru positivir so bakkaðu allir tá veruleikin kom fyri dagin. 

– Í dag gjalda fiskaútflytarara ein prís, sum liggur um tvær krónur fyri eitt kilo av fiski – og skal eitt kilo flytast við flogfarið, so er prísurin 10 krónur pr. kilo. 

– Tað eru einar 6 til 8 krónur á muni og eingin er til reiðar at gjalda tann prísin. 

– Mangan verður víst á at norrmenn hava ein skipan við at flyta fisk við flogfarið úr norður Norra – men har hevur vinnan bundið seg til at flyta eina ávísa nøgd við flogfarið – líka mikið marknaðarprísin – og tað fært tú ongantí føroysku útflytararnar við uppá.
 
– Atlantic Airways hevði fyri langari tíð síðan skipað fyri útflutningi av fiski um vinnan kundi borgað fyri at flúgararnir ikki flugu hálvtómir. 

– Tað sum hevur eyðkent politisku umrøðuna av flogvallar málum í Føroyum er innantómt tos – sum sjálvdan hevur nakað við veruleikan at gera. 

– At halda tað at øll flogfeløg í Evropa fara at lenda í Føroyum – bara vit lata upp eina altjóða floghavn – er púra burtur við. 

– Flogruturnar við tosað um eru millum stórbýir við milliónum av fólkum og hví skulu hesi fólkini lenda í Føroyum?

Motivini hjá Bjarna eru kend
Hans Hansen, flogskipari, sigur at hann hevur havt kjakið um flogvallarviðurskiftini í Føroyum sera tætt at sær seinstu 20 árini og motivini hjá landstýrismanninum í flogvallarmálum eru væl kend. 

– Eg dugi bara at tulka útsagnirnar hjá Bjarna Djurholm soleiðis at alt skal vera í Havn. 

– Veruleikin er at ein flogvøllur á Glyvursnesi kemur at kosta samfelagnum milliardir av krónum – meðan minst líka góð tænasta fæst fyri munandi minni pening við at útbyggja flogvøllin í Vágunum. 

– Um politiarar vilja hava ein alternativan flogvøll í Føroyum – so er Sandoyggin rætta staði – og ein slík loysn hevði hækka tænastuna.