Onki minni enn ein fløkjudag skýrir Johan Petersen 14. september, nú feløg um landið skipa fyri tiltøkum í sambandi við henda dag. Júst hví hann eins og fleiri onnur hava ilt av hesum tiltøkum kunnu vit bert gita.

Fransmenn halda 14. juli og amerikumenn 4. juli. Íslendarar 17. juni, norðmenn 17. mai. Vit føroyingar halda 29. juli og harumframt halda vit í Tjóðveldi 14. september, tá vit høgdu merki í føroyska søgu og valdu aðra leið at ganga. Tit í Sambandinum kunnu halda tað tit vilja, føðingardagin hjá arveprins Knud, drotning Margrethe ella tann hjá Kaj Leo, tá hann so miriliga takkaði Helle Torning fyri boykottið!
Sum søgufrøðingur haldi eg ikki mest av John F. West. Hann hellir alt ov nógv til at gerast eftirfarandi í øllum lutum. Hann er ov nógv barn av bretska stórveldinum til at sjónarhornið kann vera eftirfarandi, tíverri. History does not teach fatalism. There are moments when the will of a handful of free men breaks through determinism and opens up new roads... Søgan lærir ikki lagnutrúgv. Fremsta mál okkara í Tjóðveldi er at slóða fyri føroyskum fullveldi. Í hjørtum okkara býr frælsi….
Óluva Klettskarð