Røst súpan, suppa, livandi tónleikur, felagssangur o.a. er á skránni hjá politisku flokkunum í Klaksvík í kvøld.
Kvøldið fyri valdagin er vanligt, at tað er serligur politiskur stemningur í býnum í Klaksvík. Flokkarnir plaga at gera nógv burturúr og nógv fólk er í býnum og vitjar flokkarnir hetta kvøldið. Í ár er einki undantak. Flestu flokkarnir hava havt opið seinastu dagarnar og okkurt kvøldið hevur heilt nógv av fólki verið og vitjað verður sagt.
Í kvøld ger fleiri flokkar eyka burturúr, har valevnini vera at hitta í flokshølunum.
Listi A, fólkaflokkurin, heldur til hjá á Nólsoyar Pálsgøtu, har Garpar heldur til dagligt og sum FK var fyrr. Tey hølini lata upp í kvøld kl. 19.00. Røst súpan o.a. verður at fáa umframt felagssang.
Listi B, sambandsflokkurin, heldur til á Gerðagøtu, har Skótaliðið heldur til dagligt. Latið verður upp kl. 20 og verður súpan at fáa afturvið einum valpráti.
Listi C, javnaðarflokkurin, heldur til á Bøgøtu, har Norðoya Kvinnufelag heldur til dagligt (beint við fótbóltsvøllin. Tey hølini lata upp í kvøld kl. 19.00. Kl. 20.00 vitjar løgmaður Aksel V. Johannesen og tónleikur er eisini á skránni.
Listi D, nýtt sjálvstýri, heldur til á Klaksvíksvegi, í ovaru hæddini á Fornagørðum har Barok/Club 700/Ásgarð helt til fyrr. Tey hølini lata upp í kvøld kl. 21.00. Suppa og leskandi verður at fáa. Birgit Sivertsen, Beinta Klakstein og Magni P Garðalíð í hølinum og umvegis Liveview á Facebook.
Listi E, tjóðveldi, heldur til á Gerðagøtu, har Klaksvíkar Talvfelag heldur til dagligt. Tey hølini lata upp í kvøld kl. 19.00.




