Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flokkarnir mugu vísa andlit

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri

Okkara uppskot um forboð móti burka og niqab í almenna rúminum hevur fingið nógva umrøðu á sosialu miðlunum. Sostatt tori eg at staðfesta, at hetta er eitt mál, sum vanligir føroyingar hava eina meining um. Tí haldi eg tað eisini vera óskiljandi, at hinir politisku flokkarnir ikki taka spurningin í størri álvara

Okkara uppskot um forboð móti burka og niqab í almenna rúminum hevur fingið nógva umrøðu á sosialu miðlunum. Sostatt tori eg at staðfesta, at hetta er eitt mál, sum vanligir føroyingar hava eina meining um. Tí haldi eg tað eisini vera óskiljandi, at hinir politisku flokkarnir ikki taka spurningin í størri álvara

Ein kundi næstan trúð, at teir royna at sleppa undan at taka støðu til málið, men eisini hetta er óskiljandi, tí málið snýr seg um at seta upp greiðar rammur um føroyska samfelagið.

Rammur, sum skulu tryggja okkara virðir sum land. Rammur, ið onnur fólk, ið velja at búgva í Føroyum, vita av áðrenn tey koma til landið. Rammur, sum harvið eisini virka fyri, at nýføroyingar kunnu tilogna sær føroysku virðini.
Vit spegla okkum javnan í okkara grannalondum, har tey í dag hava stórar uppruddingartrupulleikar av kollsigldari ella manglandi integratiónsskipan. Hesum eiga vit at taka við læru av og seta upp greiðar rammur fyri, hvat væntað verður av teimum, sum velja Føroyar sum heimstað. Tí hetta er í veruleikanum ein spurningur um at velja Føroyar til, meira enn at velja nakað annað frá.

Men eftir øllum at døma standa vit einsamallir við hesi meining á politiska pallinum.. Tí hóast uppskotið hevur fingið nógva umrøðu í miðlunum og á sosialu miðlunum, hevur eingin flokkur enn meldað út, hvat teir halda um burka og niqab í almenna rúminum.
Kanska hava teir ikki tikið støðu, ella kanska hava teir ikki hug at taka lut í kjakinum saman við okkum øðrum.

Ella kanska halda teir ikki burka, niqab og tað, sum hesi pløggini umboða, vera ein trupulleika, sum vit í Føroyum skulu hava eina meining um. Kanska vilja teir ikki framtíðartryggja okkara samfelag. Eg veit ikki, men tøgnin er larmandi.

Hvussu er og ikki, so er uppskotið latið Løgtinginum, so har verða hinir flokkarnir um ikki annað noyddir at taka eina ella aðra støðu.
Mín vón er, at áhugin og undirtøkan í Løgtingunum verður eins stór, sum eg eri sannførdur um, at hon er í fólkinum.