Tað er fløskuposturin hjá tá 7 ára gomlu Jónrið Joensen, ið ein norsk familja hevur funnið úti á eini oyggj norðalaga í landinum.
Í dag er Jónrið 14 ára gomul og er virkin í ítrótti, umframt at hon gongur í skúla. Vit fingu Jónrið á gátt á Norðlýsinum, her vit fingu eitt prát og eina mynd av henni. Tað er ikki so løgið kanska, at “Champion” er prenta á blusu hennara, tí hon rør nevniliga við Fípuni Føgru.
Niðanfyri er brævið frá Noregi:
Hey!
Eg eiti Tor Arild Tryggheim. Í summarferiuni hjá mær og familju míni, savnaðu vit eina rúgvu av plastiki, ið er komið rekandi á oyggj okkara í Noregi.
Í dag skiltu vit plastikið í nýggjar posar áðrenn vit sendu tað inn til móttøkuna. Tá funnu vit eina fløsku við einum brævi í.
Í brævinum stóð at lesa:
Jónrið Joensen, Selheygsgøta 11 Fo-700 Klaksvík.
Hey, eg eru 7 ára gomul genta. Eg eri júst byrjað í skúlanum og aftaná skúlan gangi eg í frítíðarskúla.
—-
Hjálagt sendir Tor Arild brævið og leinkju til hvar fløskuposturin er funnin og sigur við okkum á Norðlýsinum: Eg vóni at tit kunnu geva Jónrið tíðindini um at fløskuposturin er funnin.
Bestu heilsanir,
Tor Arild, Susanne, Anneli, Arild og Arne Tryggheim
—
Á myndunum niðanfyri her, síggjast tey í noregi sortera plastik, sum tey hava savnað saman í frítíðini.
Eisini eru myndir frá tá Jónrið tveitti fløskupostin út í 2011, og brævið, sum var í fløskuni:








