Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløskupostur frá 2013 funnin í Norra

Hannefíða Joensen

Á Sjómannadegnum 16. august 2013 kastaði Lóa Samuelsen ein fløskupost út. Í dag hevur hon so fingið svar úr Norra.

Posturin hjá Lóu hevur í 2 ár verði á sjónum og er síðani endaður í Norra á oynni Storfosna.

Lóa sum er úr Klaksvík og sum býr Millum Hjalla var 8 ár tá ið hon kastaði fløskupostin og er í dag 10 ár og hon helt at tað var sera stuttligt at fáa svar.