Í 2013 var Brian Edvardson Sørensen á Viðareiði ein sjey ára gamal smádrongur. Við pápa sínum var hann tá umborð á Gudrun og kastaði fløskupostin hjá sær, saman við hinum børnunum á Føroya Sjómannadegi.
Onki hoyrdist aftur frá fløskupostinum, varð hildið. Men um dagarnar kom bræv av oynni Vikna í Noregi. 15. mars fann ein kvinna fløskupostin hjá Briani har. Brævið, sum Brian hevði skrivað fyri trimum árum síðani hevði ikki havt tað so gott alla hesa tíðina, ti allur teksturin var kámaður burtur.
Vit á Norðlýsinum megnaðu tó, við hjálp frá fleiri at gita okkum fram til orðið “Viðareiði” og “Brian”. So var at ringja runt á Viðareiði. At enda funnu vit fram til Brian Edvardson Sørensen, ið nú er 10 ára gamalur, hann var glaður um at síggja bræv sítt aftur.
Foreldrini hjá Briani søgdu at tey ætlaðu at skriva aftur til Noregs.




