Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flúgv beinleiðis til Malta við Atlantic Airways

Tíðindaskriv

Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta næsta summar

Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta næsta summar

316 km2 stóra landið í Miðjarahavinum er sera væl umtókt sum ferðamannaland. Høvuðsstaðurin Valetta er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, og við sínum fleiri enn 320 fornminnum á 55 hektarum er Valetta ein tann søguríkasti býurin í heiminum. So tað er ikki uttan orsøk, at Malta er valt at vera mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri árið 2018.

Alt snýr seg sjálvandi ikki bara um mentan og søga, tí á Malta eru sjálvsagt nógvar strendur, og um summarið er sera gott veður og nógv sól. So kom við ein túr – har er heilt víst okkurt til tín!

Umframt Malta og føstu SÓL ferðamálini Barcelona og Mallorca, verður eisini flogið til Lissabon aftur næsta summar.