Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flyta kaðal fyri Skálafjarðartunlinum

Helgi Abrahamsen

Seinastu dagarnar hevur tvíkiljan Kavarin úr Vestmanna lagt ein kaðal tvørtur um Skálafjørðin. Talan er um ein fiburkaðal hjá Føroya Tele, ið fyribils skal nýtast, meðan Skálafjarðartunnilin er í gerð.

“Verandi kaðal liggur har, sum tunnilin kemur upp, og onkur grótfylling skal eisini gerast í sambandi við tunnilin, og tí verður hesin kaðalin lagdur fyribils,” sigur Símun Jákup Højsted, ið stendur fyri arbeiðinum.

SEV hevði eisini tveir kaðalar liggjandi á somu leið, men teir vórðu fluttir í fjør.