Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikki millum alibrúk, men tað gera seiðalýs

Jóhann Lützen

Í grein sum júst er útgivin í vísindaliga tíðarritinum Aquaculture, verður staðfest at flytførar og vaksnar laksalýs ikki smitta millum alibrúk. Seiðalús smittar hinvegin í stóran mun við at vaksnar lýs ferðast millum fisk.

 

 

Lús er ein áhaldandi avbjóðing í alivinnuni og nógv verður gjørt fyri at halda smittuni niðri. Ein spurningur sum ofta verður settur, er um laksalýs sum detta av laksinum í samband við avlúsingar kunnu smitta onnur alibrúk og harvið økist lúsasmittan á alibrúkum aðrastaðni, tá tað verður avlúsa. Granskarar á Firum hava saman við Bakkafrost og Universitetinum í Bergen nýtt tey góðu føroysku lúsahagtølini sum eru savnað í eini databasa hjá Heilsufrøðiliga starvsstovan til at eftirkanna hetta í verkætlan, sum er fíggja av FHF – Fiskeri- og havbruksnæringens forskningsfinansiering.

Les meira her.