Í fjórða umfari vunnu Eyðun, Olaf, Martin, Carl Eli og Ólavur, sum nú eisini byrjar at koma við har, sum tað er stuttligt í føroyameistarakappingini, har Eyðun framvegis er fremstur, nú við 3,5 stigum.
Í fjórða umfari vunnu Eyðun, Olaf, Martin, Carl Eli og Ólavur, sum nú eisini byrjar at koma við har, sum tað er stuttligt í føroyameistarakappingini, har Eyðun framvegis er fremstur, nú við 3,5 stigum.
Eyðun Nolsøe hevur higartil bert mist eitt hálvt stig í føroyameistarakappingini, og í fjórða umfari, sum varð telvað í dag, týsdagin 26. mars 2013, helt hann fast við góða stiman av úrslitum við at vinna á Herlufi Hansen.
Við hesum hevur klaksvíkingurin komin upp á 3,5 stig á fyrstaplássi, eltur av havnarmonnunum Olaf Berg og Martin Poulsen, sum hava 3 stig í part.
Síðan koma tríggir telvarar við 2 stigum: Finnbjørn Vang, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Ólavur Simonsen, sum eftir ein ósigur í 1. umfari, og síðan tveir javnleikir í 2. og 3. umfari, vann sítt fyrsta talv í 4. umfari.
Úrslitini í 4. umfari – Landsliðsbólkurin:
Vang Finnbjørn 0 – 1 Poulsen Martin
Nielsen Høgni Egilstoft 0 – 1 Berg Olaf
Brekká Hanus 0 – 1 Simonsen Ólavur
Hansen Herluf 0 – 1 Nolsøe Eyðun
Samuelsen Carl Eli Nolsøe 1 – 0 Simonsen Hans Kristian
Støðan eftir 4 umfør – Landsliðsbólkurin:
1 Nolsøe Eyðun 3.5
2 Poulsen Martin 3.0
3 Berg Olaf 3.0
4 Vang Finnbjørn 2.0
5 Simonsen Ólavur 2.0
6 Samuelsen Carl Eli Nolsøe 2.0
7 Nielsen Høgni Egilstoft 1.5
8 Simonsen Hans Kristian 1.5
9 Hansen Herluf 1.0
10 Brekká Hanus 0.5




