Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar er byrjað

Norðlýsið

Í dag, leygardagin 23. mars 2013, løgdu landsins fremstu telvarar til brots í árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar, sum endar leygardagin á páskum.

Í dag, leygardagin 23. mars 2013, løgdu landsins fremstu telvarar til brots í árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar, sum endar leygardagin á páskum.

Í ár er Havnar Telvingarfelag vertur fyri føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar, sum verður í døgunum 23. mars til og við 30. mars 2013 í Argja Skúla, tvs. kappingin endar leygardagin á páskum.

Kappast í 4 bólkum

Kappast verður í fýra bólkum, sum verða nevndir soleiðis:

•Landsliðsbólkurin, har 10 teir hægst rataðu (sterkastu) telva um FM í talvi 2013

•1. bólkur, har 10 teir næstu á rating-/styrkislistanum telva

•Almenni bólkurin, har allir hinir vaksu telvararnir kappast

•Unglingabólkurin, har luttakararnir telva um FM-heitið í talvi fyri unglingar 2013.

Kappingin er 9 umfør og endar leygardagin

1. umfar: Leygardagur 23.03 kl. 14.00

2. umfar: Pálmasunnudagur 24.03 kl. 14.00

3. umfar: Mánadagur 25.03 kl. 17.00

4. umfar: Týsdagur 26.03 kl. 17.00

5. umfar: Mikudagur 27.03 kl. 17.00

6. umfar: Skýrishósdagur 28.03 kl. 10.00

7. umfar: Skýrishósdagur 28.03 kl. 17.00

8. umfar: Langi Fríggjadagur 29.03 kl. 14.00

9. umfar: Leygardagur 30.03 kl. 10.00

Dómari:FA Finnbjørn Vang

Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.