Bátarnir úr Norðoyggjum vunnu bæði FM og ólavsøkuróðurin.
Lagt var upp til ein spennandi ólavsøkuróður, ikki minst fyri norðoyingar, sum kundu vinna trý FM heitir. At umstøðurnar ikki vóru tær bestu inn á Molan við aldu, sum ávirkaði nógv, gjørdi nokk sítt til, at fleiri hugsaðu, at hetta kanska ikki var gott fyri serliga Klaksvíksbátarnar. Tí tá teir róðu Fjarðastevnu undir líknandi umstøðum, so høvdu bæði Fípan Fagra og Klaksvíkingur ein vánaligan róður.
Men bátarnir høvdu gjørt sítt heimaarbeiði hesaferð. Fípan Fagra við dreingjum og Sundabáturin vunnu sannar uppvísingsróðrar við fleiri bátslongdum. Og so var tað finalan hjá 10-mannaførunum. Róðrarserfrøðingurin hjá Norðlýsinum, Martin Venned, vísti seg at fáa púra rætt í sínum metingum. Tað bleiv sera tætt millum tríggjar batar, har Ormurin Langi og Klaksvíkingur blivu drúgvastir. Teir høvdu eina fantastiska kapping sínamillum, sum bleiv avgjørd í seinastu tøkunum, tá Klaksvíkingur hevði meira yvirskot og kundi vinna størsta sigurin nakrantíð fyri hesa ungu manningina. Klaksvíkingur staðfesti sostatt, at hann hevur verið besti báturin í 2017 við 5 av 7 sigrum.




