Hagtøl: Sambært hagtølum, so hevur tað ikki stórvegis týdning fyri FM vinnaran, um hann ikki er í toppstríðnum eftir trimum umførum.
Tó hevur FM vinnarin seinastu trý árini altíð ligið í topp trý fyrstu trý umførini. Men annars hava vit fleiri ferðir sæð, at FM vinnarin liggur nummar seks ella sjey.
2016: ?
2015: 2 (B36 lá nummar 2 eftir trimum umførum og vann FM)
2014: 3 (B36)
2013: 3 (HB)
2012: 6 (EB/Streymur)
2011: 3 (B36)
2010: 4 (HB)
2009: 5 (HB)
2008: 2 (EB/Streymur)
2007: 2 (NSÍ)
2006: 7 (HB)
2005: 7 (B36)
2004: 6 (HB)
2003: 1 (HB)




