Í dag hava verið gjørdar upptøkur til dokumentarin um Klaksvíksstríðið, sum seinni í ár verður at síggja á DR.
Í umhvørvinum rundanum Klaksvíkar sjúkrahús, hava fólk helst lagt merki til, at sjónvarpslið við fyrrverandi danska statsministarinum, Lars Løkke, hevur tikið myndir og gjørt samrøður.
Umframt á sjúkrahúsinum, so hevur eisini verið vitjað á gamla apotekinum á Noðroya Fornminnasavni.
Men dagurin gjørdist eitt sindur øðvísi, tí júst í dag var eisini føðingardagur hjá Lars Løkke. Hetta hevði lokali bryggjarin og eigarin av Føroya Bjór fingið við, og tískil møtti hann upp við einari heilt serligari gávu til navnframa danskaran.
Gávan var ikki bara ein vanlig whisky fløska, men fløska nummar 7 av teimum fyrstu whisky fløskunum, ið vórðu bryggjaðar á Føroya Bjór.
Einar Waag fortaldi eisini hvussu hann sjálvur hevði upplivað Klaksvíksstríðið, har hann nevndi onkra serliga hending, ið enn stóð klár í hugaheimi hansara.
Lars Løkke var sum vera man ovfarin og takksamur fyri óvanliga fínu gávuna, á hansara 57 ára føðingardegi, ið hesaferð verður hildin í Føroyum.



