Rigmor Dam vil nú hava Anniku Olsen at greiða frá, hví úti við 100 eldri fólk kortini ikki fáa tilboð um dagtilhald og demenspláss á spildurnýggja Boðanesheiminum vegna sparingar hjá landinum.
Rigmor Dam vil nú hava Anniku Olsen at greiða frá, hví úti við 100 eldri fólk kortini ikki fáa tilboð um dagtilhald og demenspláss á spildurnýggja Boðanesheiminum vegna sparingar hjá landinum.
Málingin varð nóg illa tornað á Boðanesheiminum, áðrenn Dimman kundi diska upp við tí fyrstu syndarligu sparisøguni um heimið.
Ein sparing, sum longu nú rakar nærum 80 eldri fólk, ið sita heima við hús og bíða eftir tilboði um dagtilhald, og 16 fólk við demens, sum annars vóru klár at flyta inn á nýggju deildina fyri minnisveik á Boðanesheiminum.
Sambært Dimmalætting er talan um eina játtan á tilsamans 3,2 mió. kr., sum landið nú brádliga leypur frá vegna sparingar, hóast bæði land og kommuna higartil hava verið saman um byggiverkætlanina.
Boðanesheimið skuldi annars bjóða eldri heimabúgvandi fólkum dagtilhald við venjingum, ergoterapi, fysioterapi og øðrum lívgevandi tilboðum. Men hóast landið hevur verið við til at byggja Boðanesheimið við hesum hentleikum, so fær Boðanesheimið eftir øllum at døma onga játtan til hetta endamál í ár.
– Tað er púra greitt, at slíkur politikkur er als ikki í trá við mongu føgru orðini frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um fyribyrging og heilsufremjan á eldraøkinum. Ella við onnur føgur orð um, at fólk skulu kunna vera sum longst í egnum heimi við góðari hjálp og stuðuli, dagtilhaldi og øðrum tilboðum. Heldur ikki er slíkur politikkur í trá við tann veruleika, at alt fleiri fólk verða dement, og hava tørv á einum væl skikkaðum tilboði í hesum sambandi, sigur Rigmor Dam.
Tingkvinnan úr Javnaðarflokkinum vil tí hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at svara uppá hesar spurningar á tingfundinum mikudagin:
1. Hvussu er støðan við vantandi játtan á Boðanesheiminum íkomin?
2. Hvat ætlar landstýriskvinnan at gera við trupulleikan?
3. Nær kann ein loysn væntast ?
4. Verður hetta eisini skilið á Boðanesheiminum komandi fíggjarár?
5. Er hendan støðan eisini galdandi á øðrum røktarheimum í landinum?
Rigmor Dam skoytir uppí, at tað kostar, tá man velur bara at hjúkla um tey á ovastu rók, og tá ið man so fyrilitaleyst tráar eftir nullinum á fíggjarlógini, uttan atlit til avleiðingarnar.
– Landsstýrið er púra tilvitað og miðvíst farið undir niðurlagingar av grundleggjandi vælferðartænastum. Tað, sum vit hava sæð hetta seinasta árið er bara byrjanin, og enn kenna vit bara svian. Men skjótt kemur veruligi smeiturin, sum fer at níva inn á merg og bein, sigur Rigmor Dam, sum fleiri ferðir hevur undrast á, hvussu landsstýrið ætlar at finna sparingar á úti við 100 milliónir innan almanna- og heilsuøkið komandi árini.
– Tí ivist eg heldur ikki eina løtu í, at hetta eisini er beinleiðis orsøkin til, at landsstýrið hevur so stóran skund við at tveita alt eldraøkið út til kommunurnar at umsita sum skjótast. Tí økið kostar, og fer at kosta alt meira, sum árini ganga, sigur tingkvinnan.




