Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Føli at tíðin er røtt

Jákup Ósá

Eg havi verið partur av felagnum í nógv ár og føli, at KÍhevur nakað spennandi á veg. Eisini haldi eg, at tíðin til hesa uppgávuna errøtt nú, tí eg m.a. kenni og havi vant nógvar av leikarunum, sigur EyðunKlakstein.

Mikukvøldið setti KÍ nýggjan høvuðsvenjara. Eyðun Klaksteinskal taka yvir og er hetta aðru ferð, at hann tekur yvir besta liðið hjá KÍ.Norðlýsið hitti nýggja venjaran mikukvøldið eftir at avtala var gjørd.

           – Eg havi verið partur av felagnum í nógv ár og haldiat tað sær spennandi út í felagnum. Eisini havi eg verið við til at vant fleiriav leikarunum heilt frá tí, teir vóru smáir, so eg haldi at tíðin er røtt nú.At taka yvir mitt í einum ári hevur altíð sína avbjóðing, men leiðslan valdi atgera eina skifting og eg tók av sigur hann.

Eyðun Klakstein hevði ikki bestu úrslitini seinast hann varvenjari hjá besta liðinum. Men síðani tá hevur hann vant aðrar deildir viðgóðum úrslitum. Spurningurin er so, um vit koma at síggja ein broyttan venjaraí mun til 2007 og 2008.

           – Ja tað vil altíð so vera. Tíðin var heilt einonnur í KÍ tá. Nú er felagið í einari aðrari støðu og eg havi eisini nakrarroyndir, sum eg heilt avgjørt kann brúka. Eisini royndirnar, tá eg var venjariá besta liðinum seinast eiga at koma mær til góðar nú.  Sum áður nevnt, so havi eg vant fleiri avleikarunum frá tí teir vóru lítlir. Teir kenna meg og eg kenni teir. Eg veithvat teir kunnu og sjálvur haldi eg, at hetta eru sera spennandi leikarar,sigur Eyðun.

 


Skulu vera meirastýrandi

KÍ hevur í ár verið eitt álopssinnað lið, har skjótarumstillingar fyrst og fremst hava verið sterka síðan hjá liðinum. Spurninguriner so, um vit fara at síggja ein broyttan spælistíl framyvir.

 

         Fyrst og fremst skulu vit halda uppá tær sterkusíðurnar í núverandi liði. Hetta við álopsspæli og skjótum umstillingum. Menkanska fara vit at arbeiða við at vera eitt sindur betri til at halda bóltin áliðinum og stýra dystum, um hetta ber til. Men tað verður ikki verjufótbóltur,sigur nýggi venjarin.

KÍ møtir sunnudagin AB í Klaksvík. Eyðun hevur tí bara tveirdagar við venjingum saman við hópinum.

 

         Eg vænti ikki, at ein fer at síggja stórvegisbroytingar longu sunnudagin. Tað vildi verið býtt at fari at gjørt stórarkollveltingar. Leikara valið haldi eg eisini hevur verið á heilt góðari leið ogvit skulu duga at brúka teir mongu góðu síðurnar, sum liðið hevur víst í ár. Ogat innføra ein stíl, har vit kanska arbeiða ímóti at halda meira uppá bóltintekur eisini tíð. Munandi meira tíð enn um ein skuldi innført verjufótbólt,sigur hann.

 

Pauli hevurroyndirnar

Saman við Eyðuni er Pauli Poulsen settur sum hjálparvenjari.Hann hevur nógvar royndir úr bestu deildini, har hann m.a. hevur vant B68 ogNSÍ.

           –  Eg havi arbeitt saman við Paula Poulsen innanútbúgvingar hjá FSF. Hann hevur eisini nógvar royndir úr bestu deildini ogkemur úti frá. Tað kann heilt sikkurt vera ein fyrimunur fyri meg og fyri KÍ,tí ofta síggja fólk tingini øðrvísi enn vit, sum hava verið í felagnum í nógvár, sigur Eyðun um valið av hjálparvenjaranum.

Til seinast spyrja vit, hvat málsetningurin er fyrikappingarárið í ár.

          –  Hetta er ein spennandi hópur. Eg havi veriðpartur av einum hópi við nógvum dugnaligum fólkum, sum í umleið 2003 byrjaðuhetta arbeiði, sum felagið fruktar gott av í dag. Eg segði við Norðlýsið í2007, at KÍ kann røkka heilt upp á tindin við egnum fólki og tá hildu fólk megkanska vera býttan í høvdinum. Men viðvíkjandi málsetningi, so er tað nakað,sum eg og leikararnir mugu tosa saman um. Men man vil altíð hyggja uppeftirheldur enn niðureftir, sigur Eyðun Klakstein at enda.

Sáttmálin millum KÍ og Eyðun Klakstein er galdandi tilog við kappingarárið 2014. Sáttmálin við Paula Poulsen er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.