Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólk biðin um at lata bilin standa

Oliver Joensen

Vegadeildin hjá Klaksvíkar Kommunu gavst at grava kava kl. 10.00 í morgun, so komandi er ikki fram eftir vegunum við bili.

Jógvan Johannesen av Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu sigur, at teir byrjaðu at grava kl. 5 í morgun, men kavarokið hevur verið so áhaldandi, at avgjørt varð um 10 tíðina ímorgun at gevast at grava.
Um veðrið fer at skikka sær sum veðurmenninir siga, so er møguligt at byrjuað verður aftur aftaná døgurða, men tað liggur enn í óvissuni.
Annars heitti politiið í Havn ímorgun í útvarpinum á fólk um alt landið um at lata bilin standa ídag, tí veðrið er so vánaligt at ikki er vandaleyst at fara frá húsum við bili. Vindurin er so nógvur, at stórir skalvar liggja nógvastaðni.

Harleyfacadeacryl