Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólk hugna sær á G! hóast veðrið ikki er av tí allarbesta

Sára Bertholdsen og Minna W. Sjóstein

Aftur í dag er lagið fantastiska gott á G! festivalinum. Tað er ein rúgva, sum er á skránni í dag og fólk eru í góðum hýri. Tó er veðrið ikki av tí allarbesta. Tað er eitt sindur av vindi, og tað sirmar eitt sindur.

Á sandinum eru tað fleiri, sum hugna sær í hitapotti. Eisini er afrikanskur tónleikur á sandinum, sum tónleikabólkurin Ba Cissoko spælir. Øll fólkini eru í góðum lag, og dansa við afrikaska tónleikinum. 

Á vegnum omanfyri sandin er nógv lív í. Nógvir handlar eru opnir og lekkur matur er at fáa.

Her eru nakrar myndir frá í dag: