Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólk taka væl ímóti Reyða Krossi

Danial Viðoy

Fleiri enn 400 sjálvboðin hava leygardagin 12. september gingið við bússu, hurð til hurð, í sambandi við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi. Fyribils afturmeldingarnar eru, at fólk taka væl ímóti innsavnarunum.

Har fólk ikki vóru inni, eru kort løgd í postkassarnar við kunning um, hvussu ein kann stuðla umvegis netbanka, bankakontur ella við at ringja á innsavningarnummarið há Reyða Krossi 905656.

Áhugin at ganga við bússum fyri Reyða Kross hevur eisini verið stórur í ár.

Reyði Krossur Føroya takkar øllum hjartaliga, ið stuðla bæði sum innsavnarar og við at lata pening. Eisini takka vit peningastovnunum, ið hava havt deildir kring landið opnar í sambandi við innsavningina og gera uppteljingina.

Beinanvegin allar bússurnar eru komnar í bankan og taldar, verður úrslitið av landsinnsavningini 2015 almannakunngjørt.