Støðan var soleiðis, at tað loysti seg ikki fíggjarliga at taka eina útbúgving. Tað loysti seg heldur ikki at taka eitt eyka tørn. Tað loysti seg ikki fíggjarliga at førleikamenna seg. Meirinntøkan fór í meirskatti.
Støðan var soleiðis, at tað loysti seg ikki fíggjarliga at taka eina útbúgving. Tað loysti seg heldur ikki at taka eitt eyka tørn. Tað loysti seg ikki fíggjarliga at førleikamenna seg. Meirinntøkan fór í meirskatti.
Hetta var óhugaligt og lítið stimbrandi fyri eitt samfelag.
Fólkaflokkurin saman við samgonguni innførdi tí flatskattin.Tað var átroðkandi neyðugt.
Nú loysti tað seg knappliga at gera ein eyka innsats. Tað loysti seg fíggjarliga at taka eina útbúgving og at førleikamenna seg. Onkur kallar tað órættvísi, vit kalla tað, at ágrýtni skal lønast – ikki revsast.
Her vil eg skoyta uppí, at samstundis – meðan hendan samgongan hevur sitið, eru pengar, sum ongantíð áður raðfestir í bleytu virðini.Tað er ikki neyðugt at verða antin ella, men heldur bæði og.
Nógv verður tosað um fólkavøkstur, og at vit skulu hava okkara ungu heimaftur eftir lokna útbúgving uttanlands. Fólkaflokkurin hevur gjørt tað meir hugaligt at koma heimaftur. Vit ynska ikki, at bjóða teim ungu vælkomin heimaftur á klettarnar til eitt køvandi skattaok.
Havi varhugan av, at nógv fólk við útbúgving eru veljarar hjá størru andstøðuflokkunum. Skilji ikki heilt teirra støðutakan. Teir velja flokkar, sum ynskja, at tey skulu gjalda meir í skatti. Nøkur siga , at tey onki leggja í tað. Tey vilja heldur, at onnur meir treingjandi fáa peningin. Møguleikin er tó framvegis at geva pening til vælgerandi endamál.
Munurin er bara, at nú kunnu tey sjálvi meta um, hvar tørvurin er størstur og geva peningin har. Fari tí at heita á hesi fólk um at velja rætta flokkin til hetta valið.
Fólkaflokkurin ynskir at ágrýtni, arbeiðssemi og útbúgving skal lønast – ikki revsast. Tann sum hevur hug at taka eitt eyka tørn skal lønast – ikki revsast – við meir skatti. Tann sum hevur hug og evnir at taka eina styttri ella longri útbúgving skal lønast – ikki revsast í meirskatti.
Fólkaflokkurin ynskir, at tann sum hevur arbeitt fyri pengarnar, so vítt gjørligt eisini skal avgera, hvat teir verða brúktir til.
Taka tit undir við hesum, er valið einfalt. X við Fólkaflokkin.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur og valevni til løgtingsvalið.




