Hóast minnislundin í Vágstúni ikki hevur fingið sítt endaliga skap so er eingin ivi um at Vágstún er ein sonn perla
Gjárakvøldið var spontant skipað fyri dansihugnað við sangi frá so mætum monnum sum Hallur Joensen og Karl Martin Samuelsen umframt at at bæði Linedans og fólkadansur var framførdur.
Fólk hugnaðu sær óført í góðveðrinum og prátið gekk listiliga.
Minnislundin í gamla kirkjugarði er ikki liðug enn – men vónandi far hon sítt endaliga skap um ikki so langa tíð. Men líkamikið so er økið kring minnislundina sera væl hepnað og klaksvíkingar hava tikið væl ímóti.
Góður møguleikar eru fyri smærri mentunartiltøkum og er tað júst slíkt sum vit hava brúk fyri.
Ein tøkk til stigtakararnar.




