Landsfundur Fólkafloksins verður nú leygardagin, 2. november 2013, kl. 09:30, á Hotel Hafina. Hesaferð verða tveir gestarøðarar við á landsfundinum. Amerikanski búskaparfrøðingin Daniel J. Mitchell og íslendski fíggjarmálaráðharran Bjarna Benediktsson. Umframt báðar gestarøðarnar verða eisini Pawel Kowal og Konrad Szymanski, ES-tinglimir fyri European Conservatives and Reformist Group, gestir á landsfundinum.
Landsfundur Fólkafloksins verður nú leygardagin, 2. november 2013, kl. 09:30, á Hotel Hafina.
Hesaferð verða tveir gestarøðarar við á landsfundinum. Amerikanski búskaparfrøðingin Daniel J. Mitchell og íslendski fíggjarmálaráðharran Bjarna Benediktsson.
Umframt báðar gestarøðarnar verða eisini Pawel Kowal og Konrad Szymanski, ES-tinglimir fyri European Conservatives and Reformist Group, gestir á landsfundinum.
Fundurin byrjar við frágreiðing floksformansins.
Næst á skránni verða stuttar frágreiðingar frá landsstýrisfólkum floksins.
Fyrri gestarøðarin, amerikanski búskaparfrøðingurin Daniel J. Mitchell, verður á skránni beint áðrenn døgurða. Stutt um Daniel J. Mitchell kann sigast, at hann er knýttur at navnframa Cato Instituttinum í Washington, og er ein av fremstu fortalarunum fyri flatskatti.
Fyrstur aftaná døgurða verður seinri gestarøðarin, Bjarni Benediktsson formaður í Sjálfstæðisflokkinum og íslendskur fíggjarmálaráðharri.
Næst fáa tingfólk floksins høvi at siga nøkur fá orð um tey málsøkini har tey eru framsøgu fólk.
At enda verður orðið frítt til millum annað spurningar, viðmerkingar og hugleiðingar frá fundarfólkinum.
Landsfundurin endar ætlandi umleið kl. 17.00.
Eftir landsfundin verður ein nátturði fyri fundarfólki kl. 18.00.
Myndir av øllum fýra gestunum:




