Fyrstu ferð gevur ein av lokalformonnunum besta skoðsmálið
Jan A. Joensen, formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag
***
Fólkaflokksumboðini kláraðu seg væl men tey høvdu trupleikar at taklað spurningar um hví so lítið var komið av skafti hjá Annfinn Kallsberg.
Tí fær Fólkaflokkurin tríggjar stjørnur frá mær
——-
John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag
****
Loysingin er ikki longur á politisku dagskránni.
Eftir at hava upplivað Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin í sjónvarpinum má eg staðfesta at ríkisfelagsskapurin er í góðum hondum.
Tjóðveldi sum fyrr ikki vildi vit av Fólkatinginum – er í dag tann flokkurin sum best dugur at brúka tey rættindi Føroyingar eiga sambart heimastýrislógini. Eisini hevur hann tikið orðið loysing burtur úr valskránni og eingin hevur tikið tað uppá tungu í valstríðnum.
Sjálvstýrisflokkurin fer at senda fólk burtav niður á Fólkating at starvast men bestur av øllum fyrrverandi loysingarflokkunum er Fólkaflokkurin.
Í sjónvarpsendingini gjørdu tey baði Annika og Jørgin greitt at Fólkaflokkurin ætlar at brúka fólkatingsumboðanina til at ávirka donsku stjørnuna til at geva føroyskum lesandi betri møguleikar at fara út í heim at lesa – sanniliga ein borgan fyri møguleikum í ríkinum.
Eg má siga sum er at teybaði kláraðu seg væl og Jørgin torur eisini at vera skemtiligur og tí fáa tey fýra stjørnur frá mær.
———–
Signhild V. Joensen, forkvinna í Norðoya Javnaðarfelag
*****
Fólkaflokkurin kláraði seg heilt væl Tað var at bíta merki í hvussu gott Annika Olsen kláraði seg Hon slóð fast hvar skápi skuldi standa.
Tað var sum ikki einaferð ringt hjá teimun báðum at forsvara hvat onnur høvdu sagt og hvat Annfinn ikki hevði gjørt/sagt.
Saman um tikið bestur í hesum valumfarðinum.
Fólkaflokkurin far fimm stjørnur frá mær




