Eirikur Lindenskov og Georg L. Petersen, ið umboða tíðindaportalarnar in.fo og portal.fo, koma við heldur villleiðandi yvirskriftum, har teir skíra fólkaflokkin fyri at renna undan ábyrgd, tá tað kemur til einskiljingina av Atlantsflogi. Hvør orsøkin er, hevur ongan týdning, men fyri at skilja einskiljingina er neyðugt at skilja samanhangin.
Eirikur Lindenskov og Georg L. Petersen, ið umboða tíðindaportalarnar in.fo og portal.fo, koma við heldur villleiðandi yvirskriftum, har teir skíra fólkaflokkin fyri at renna undan ábyrgd, tá tað kemur til einskiljingina av Atlantsflogi. Hvør orsøkin er, hevur ongan týdning, men fyri at skilja einskiljingina er neyðugt at skilja samanhangin.
Serfrøði
Í tíðindaskrivinum “Einskiljing, Atlantsflog og Fólkaflokkurin” vísti fólkaflokkurin á, at táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevði gjørt eitt gott og grundigt arbeiði, har serfrøðin og serkunnleikin áttu sín týðandi leiklut í arbeiðinum. Ein arbeiðsbólkur, ið var mannaður av umboðum fyri P/F Atlantsflog, Vinnumálaráðið og Einskiljingarnevndina, viðgjørdi ætlanina. Haraftuat var útlendsk serfrøði og ráðgeving keypt, umframt politiskur fylgibólkur settur. Sostatt fór einskiljingin gjøgnum eina drúgva, men neyðuga viðgerð, har serfrøðin og serkunnleikin lýstu og nágreinaðu bæði fyrimunir og vansar. Niðurstøðan var greið: serfrøðin mælti landsstýrismanninum til at einskilja 66% av partapeninginum, meðan landið skuldi varðveita 34%.
Breið politisk semja
Tilmælið frá arbeiðsbólkinum gav afturljóð í politisku skipanini. Flokkarnir tóku undir við at einskilja 2/3 av felagnum, men tilgongdin skuldi byggja á tvær løgtingssamtyktir. Tí varð uppskotið tillagað samsvarandi. Tá fyrst 33% vóru seld, og felagið var skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum, skuldi landsstýrismaðurin biðja løgtingið um heimild til at selja næstu 33% av partapeninginum.
Tað var ein samd vinnunevnd, sum mælti løgtinginum til at taka undir við uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, táverandi landsstýrismanni í vinnumálum. Hetta sást eisini aftur undir 3. viðgerð, ið var 28. apríl 2006. Tá vóru 26 atkvøður fyri, eingin blonk og eingin ímóti.
Sostatt var breið semja fyri at fara undir eina tilgongd at einskilja 66% av Atlantsflogi.
Semjan helt ikki
Tað gjørdist skjótt greitt, tá fyrstu 33% vórðu einskild, at breiða semjan var ikki so sterk, sum viðgerðin í løgtinginum og vinnunevndini annars gav ábending um. Flokkar og tingmenn drýggjaðu og drálaðu við málinum. Fólkaflokkurin arbeiddi við at einskilja næstu 33 prosentini, men tað var ikki politisk undirtøka fyri tí. Sostatt endaði einskiljingin av Atlantsflogi sum politiskt býtisbarn. Landið átti 67% av partapeninginum, og privatu íleggjararnir áttu 33%. Sostatt gjørdist tað misljóð og misnøgd millum nevndina av Atlantsflogi, privatu íleggjararnar og politisku skipanina, tí endamálið var ikki rokkið. Einki rensl var við partabrøvum, og tí lækkaðu tey alsamt í virði. Samanumtikið mistu mongu íleggjararnir partar av síni íløgu, samstundis sum flogfelagið endaði í støðu, sum á ongan hátt var tilætlað.
Vit loysa málini
Nú gera tíðindamenninir hjá in.fo og portal.fo, Eirikur Lindenskov og Georg L. Petersen, sær dælt av politisku ósemjuni. Fólkaflokkurin verður skírdur fyri at renna undan ábyrgd og geva øðrum skyldina. Hesar ákærur skulu ikki standa ósvaraðar. Politiski veruleikin var, at flokkarnir vildu ikki einskilja næstu 33% av partapeninginum, hóast ein samd vinnunevnd og eitt samt løgting tók undir við tilgongdini og einskiljingini. Tá lógaruppskot verða einmælt samtykt, gevur tað ábendingar um, at tað er tað, sum politiska skipanin ynskir – tað kann ikki tulkast øðrvísi. Men so var ikki. Tí endaðu vit í einari støðu, sum ikki tænti nøkrum. Annaðhvørt skuldu næstu 33% av partapeninginum einskiljast, ella mátti Atlantsflog keypa partabrøvini aftur. Status quo var eingin loysn. Fólkaflokkurin hevur sum stevnumið at loysa trupulleikar. Ikki skapa teir. Tá tað ikki var politisk undirtøka fyri at einskilja næstu 33 prosentini, loyvdu vit nevndini í Atlandsflogi at keypa partabrøvini aftur, so felagið fór burturav aftur undir almennar hendur. Um tað er at renna undan ábyrgd, skal vera upp til tíðindamenninar, men tað, sum stendur eftir, er, at fólkaflokkurin helt fast við einskiljingina, men tá politiska undirtøkan reyk, gjørdi flokkurin sum ábyrgdarflokkur kortini av, við virðing fyri íleggjarunum og Atlantsflogi, enda á einskiljingini. So kunnu teir skíra okkum fyri líkt og ólíkt, men eftir stendur, at fólkaflokkurin loysti málið.
Jákup Mikkelsen
Tingmannaformaður fólkafloksins




