Eftir eykalandsfundin hjá Fólkaflokkinum, eri eg fullvísur í, at vit sum kalla okkum veiðufólk, framvegis eiga hjarta Fólkafloksins.
Hetta tí fremstu valevni floksins hava virðing fyri fiskivinnuni sum fremstu inntøkukeldu fyri Føroyska samfelagið.
Eg var frammi í fjølmiðlunum í aug. 06 og ávaraði móti avleiðingunum, av tí ótryggleika sum valdaði í fiskivinnuni tá. Nevniliga hetta, at politikarar vóru byrjaðir at tosa um at avtaka verandi fiskivinnulóggávu, og ístaðin at selja hvønn sjódag hjá 1000 tals sjófólki á uppboðssølu. Síðan er tað hent, at hópin av framúr góðum veiðumonnum hava givið skarvin yvir og hava selt síni virkir.
Tað sum eg ávaraði ímóti var, at bankavinnan sum var í blóma, fór at yvirfíggjað flotan so hvørt sum skipini vóru seld; eitt fyri og annað eftir.
Síðan kreppuna í 90inum hevur fiskivinnan, undir verandi skipan, gjørt Føroyar 6 milliardir ríkari. Tí spyrji eg: "Hví skulu vit avtaka verandi skipan. Eina skipan sum er opin fyri øllum vinnulívsfólkum, ið eru framfýsin"? Bert tosið um at avtaka verandi skipan er ein vanlagna fyri samfelagið.
Tað sum er enn meira álvarsamt í dag anno 2008 er, at bankavinnan meir enn nakrantíð hevur bundið seg í hesa vinnu. Fara vit at koppa hesum stóra apparatið í dag, eru Føroyar í fríðum falli.
Útjaðarin sum hevur nær kontakt við fiskivinnuna, skilur álvaran í eini haltandi fiskivinnu. Tí er tað alneyðugt fyri útjaðaran, at vit fara á val tann 19. januar og seta krossin við
Lista A.
X við A




