Í kanningini eru Norðoyggjar og Eysturoy svarandi til gomlu valdømini Norðoya valdømi og Eysturoyar valdømi tikin burturúr.
Norðlýsið hevur gjørt veljarakanning í samstarvi við Fynd. Vit hava hugt at hvat flokkarnir fáa í mun til seinasta løgtingsval. Hugt verður eftir Norðoyggjum og Eysturoy svarandi til gomlu valdømini Norðoya valdømi og Eysturoyar valdømi.
Fólkaflokkurin er stóri vinnarin og fær 30% (+ 6% stig) ímeðan Javnaðarflokkurin er stóri taparin og fær 10,7% (- 8,5% stig).
Sambandsflokkurin gongur eisini nógv fram og fær 27,2% (+ 4,2% stig), ímeðan Tjóðveldi gongur eitt vet fram og fær 15,8% (+ 0,8% stig).
Sjálvstýri gongur aftur og fær 6,7% (- 1,4% stig), Miðflokkurin stendur í stað og fær 6,6% (+ 0,1% stig) og Framsókn gongur aftur á 3% (- 0,9% stig).
Talan er um 247 svar fyri henda part av Føroyum. Í samlaðu kanningini fyri allar Føroyar vóru 813 svar. At Eysturoy og Norðoyggjar eru tiknar undir einum, er gjørt fyri at halda óvissuni niðri. Hon verður í hesum førinum innanfyri +/- 5% samanborið við 2-3 % fyri Føroyar allar undir einum.
Høvdu hesi økini verið uppgjørt serskilt, hevði óvissan verið órímiliga stór.
Sí talvurnar niðanfyri.





