Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin týnir Suðuroynna!

Lesarabræv

Ringt er at hugsa nakað annað, nú Fólkaflokkurin tekur so gott sum einastu játtan til Suðuroynna fyri 2015 aftur frá suðroyingum.

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, hevur givið Landsverk harraboð um at taka einastu játtanina til Suðuroynna aftur. Tað vóru tíðindini í Kringvarpi Føroya tíðliga í morgun.

Henda neyðuga játtanin skuldi annars nýtast til at gera ferjuleguna á Krambatanga tryggari, soleiðis at Smyril, sum jú er lívsæðrin hjá suðuroyingum, kann liggja trygt á øllum ættum.

Komandi løgting og komandi landsstýri noyðast nú í løgtingið við eini eykajáttan sum skjótast eftir valið – eftirsum fíggjarmálaráðharrin ikki vil kalla fíggjarnevndina saman og fáa greiðu á hesum lívsneyðugu viðurskiftunum beinanvegin.

Undrunarvert allíkavæl, tí tað var eingin trupulleiki, tá trygdin á ferjuleguni í Skopun var fyri.

Í míni verð er tað líka neyðugt at suðuroyingar kunnu ferðast trygt, sum at sandingar kunnu ferðast trygt – men tað er kanska ætlanin hjá Fólkaflokkinum at týna Suðuroynna..

Kristin Michelsen