Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkafundur á Skarðinum

Orð og myndir: Dávur Winther

Afturvendandi fólkafundurin, sum plagar at vera á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar fyrst í augustmánaða varð hildin í góðveðrinum í dag

Afturvendandi fólkafundurin, sum plagar at vera á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar fyrst í augustmánaða varð hildin í góðveðrinum í dag

Nógv fólk høvdu leitað sær leiðina niðan til stóra varðan, har sungið varð fyri og eftir røðuna, sum Steintóra Nesá helt. Hon treiv í minnir úr Fuglafirði og hugleiddi um hetta ”undarliga tiltakið”, ið á fyrsta sinni var miðskeiðis í 90-unum – at leita sær niðan á eitt fjall at syngja og halda røðu.

Henda leiðin um Skarið varð gingin í handils-, lækna-, post- og øðrum ørindum ella bert vegna fjallgongu, sum ikki var so sjálvdan.

“Nú kunnu vit heldur velja at sita við i-phonini ella telduni og nærlesa heimin”. ”Kanska er hetta skilabetri, heldur enn at leita sær í náttúruna, røða um hana, syngja um hana ella bara njóta hana”. ”Tykkum nýtist ikki at svara mær”, segði Steintóra. ”Hetta kann næsti røðari hugleiða um og hugsa um til næstu ferð, vit standa her uppi og halda røðu og syngja” segði Steintóra m.a.

Ein fólkafundur í Fuglafirði endar altíð við, at sungið verður ”Boðar tú til allar tjóðir”, og so varð eisini hesuferð.

Eftir fundin, sum 80 fólk vóru komin saman til uppi á Skarðinum, varð gingið niðan á røðina til Góðadal og so eftir henni niðan á Altarið; har sera vakurt og frálíkt útsýni er.