2. Hvítusunnudag t. 20. mai 2013 skipar Eiðis kommuna fyri fólkafundi á havnalagnum við Ljósá.
| Hetta man verða fyrstu ferð eitt slíkt tiltak er í bygdini, og síggja vit fram til at nógv fólk koma. Farið verður til gongu av Vaglinum á Eiði kl. 15.00 og gingið verður so vítt gjørligt eftir gomlu gøtuni suður til Ljósá, har felagssangur og røður eru á skránni. Møguleiki verður fyri at keypa kaffe og okkurt afturvið . Tað er eisini møguligt at koyra ella sigla. Av tí at tað ikki er so nógv pláss fyri bilum á havnalagnum við Ljósá, verða tey, sum eru før fyri at ganga oman, tí biðin um at parkera bilin uppi í bygdini og ganga oman. Skráin 2. Hvítusunnudag: Kl. 15.00: Kl. 17.00: Vónandi verður undirtøkan góð, og kann blíva eitt afturvendandi tiltak í kommununi. Í samband við at kommunan tey seinastu árini hevur skipað fyri trivnaðarviku, er ætlanin í ár at broyta hetta soleiðis, at trivnaðartiltøk verða deild út á alt árið. Kommunan er lítil, og kemst ikki uttanum, at ein trivnaðarvika krevur nógv arbeiði av fáum fólkum. Blíðar heilsanir |




