Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkafundurin virkar væl í Klaksvík

Jákup Ósá

 Nógv fólk vóru á fólkafundi fríggjadagin.

Fólkafundurin er fyri fyrstu ferð í Klaksvík og ein kann staðfesta, at hetta virkar væl. Báðar hallirnar eru útgjørdar til endamálið og nóg fólk vitaði fríggjadagin. Tiltøkini vóru mong og fjølbroytt. Serliga Javnaðarflokkurin var kreativur við tiltøkum, har fleiri av myndunum eru tiknar. 

Í dag heldur fólkafundurin fram og kl. 21 í kvøld er stóri pallborðsfundurin, tá formennirnir í politisku flokkunum fara at kjakast um politisku støðuna.