Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: 113 runnu fyri heilsuna í dag

John William Joensen

Tiltakið “Renn fyri heilsuna – og fá gávur afturfyri frá Spormaster” hevur fingið sera góða undirtøku í Klaksvík

Sjálvt um veðrið kundi verið betur í dag, so vóru tað heili 113 luttakarar, í øllum aldri, við í "Renn fyri heilsuna – og fá gávur afturfyri frá Sportmaster" tiltakinum, og tað eru fyriskiparnir frá Sportmaster og Treystinum avbera væl nøgdir við. 

Fleiri av teimum, sum vóru við seinast vóru við aftur í dag, men tann størri parturin vóru nýggj andit. Tá luttakararnir komu aftur, eftir at hava vent úti á Skarðhamri, vóru Søren og Morid klár við onkrum góðum at sløkkja tostan við. Hóast veðrið, so komu øll aftur við einum stórum smíli.

Næsta "Renn fyri heilsuna" verður leygardagin 26. mai kl. 17 frá Sportmaster í Vágsheygsgøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.