Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: Renn fyri heilsuna

John William Joensen

– og fá gávur afturfyri frá Sportmaster og EIK. Soleiðis er heitið á átaki, sum Sportmaster í Klaksvík, EIK og rennifelagið Treysti fara at skipa fyri aftur í summar.

Klaksvík – ein fólkaheilsubýur.
Tað er býurin vorðin kendur sum seinastu dagarnar. Ein av nógvu møguleikunum er at renna fyri heilsuna, og tað verður nakað gjørt við aftur í summar.

Allastaðni er áhugin fyri fólkaheilsu og rørslu alsamt vaksandi, og tað er hann eisini hjá Sportmaster og EIK í Klaksvík, sum vilja hjálpa fólki við hesum. Tí verður hvønn leygardag frá 17. mai og til 6. september, saman við Treystinum, skipa fyri “renn fyri heilsuna” átaki, har øll eru vælkomin at verða við.

Talan er als ikki um rennikappingar. Harufturímóti er endamálið at fáa fólk at røra seg regluliga. Tað er fult og heilt upp til ein sjálvan, um ein ætlar sær at ganga ella renna. Tað er mest umráðandi, at ein kemur út at røra seg, saman við øðrum.

Um ein hevur hug, so ber til at fáa eitt serligt hefti, sum er gjørt til endamálið. Harí fær ein eitt stempul fyri hvørja ferð ein luttekur, og tá ein hevur luttikið fimm ferðir og fingið fimm stempul, fær viðkomandi eina gávu. Tá ein hevur luttikið tíggju ferðir og fingið tíggju stempul, fær viðkomandi aftur eina gávu. Og so tá ein hevur luttikið fimtan ferðir og fingið fimtan stempul, fær viðkomandi enn einaferð eina gávu.

Teinurin er 5 kilometrar og gongur út á Skarðhamar at venda og aftur. Kort av rutuni verður at síggja í handlinum hjá Sportmaster og hjá EIK.

Byrjað verður hvønn leygardag kl. 14.00 frá Sportmaster við Klaksvíksvegin (niðanfyri kirkjuna). Tó verður ikki fyriskipað nakað á Norðoyastevnu, tí tá er Føroya Bjór Renning. 

Tað er ókeypis at "renna fyri heilsuna" saman við Sportmaster, EIK og Treystinum, og fáa allir luttakarar ein endurskinvest. 

Tá komið verður aftur til Sportmaster verður okkurt at leska seg við.

Fyriskiparnir vóna at nógv taka undir við átakinum, og at eisini tú hevur hug at verða við og røra teg saman við øðrum leygardagar í summar.

Klaksvík er ein fólkaheilsubýur, og latið okkum halda fast um tað.