Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið “Etið saman”.
Átak í morgin, tíðindaskriv – Fólkaheilsuráðið:
Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið “Etið saman”.
Fremstu kokkar í landinum fara at gera lættar og heilsugóðar skundverðar, og møguleiki verður fyri at fólk kunnu koma framvið til eina hugnaligu løtu. Hyggja at, meðan maturin verður gjørdur og at royndarsmakka rættirnar.
Kom ein túr framvið fríggjadagin 20. mai í:
Tórshavn kl. 16.00-18.00 í Miklagarði Leif Sørensen kokkast.
Tórshavn kl. 16.00-18.00 uttanfyri FK Gutti Winther og Snorri Paturson kokkast.
Miðvágur kl. 16.00- 18.00 uttanfyri FK Magnus Bech kokkast.
Tvøroyri kl. 16.00-18.00 uttanfyri Bónus Eyðstein Lyngvej kokkast.
Klaksvík kl. 14.30-16.00 uttanfyri FK Jóhanna á Tjaldrafløtti og Joan Sivertsen kokkast.
Fuglafjørður kl. 16.00-18.00 uttanfyri FK Poul Rustin kokkast.
Samveran og tað at eta saman fyllir ikki nóg mikið í dagsins samfelag, og vit vita (hagfrøðisliga), at vita eta minni saman í dag enn fyri fáum árum síðani.




