Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsurenning: Yvir 800 tilmeldingar

John William Joensen

Undirtøkan fyri árligu Fólkaheilsurenningini í Klaksvík í morgin er sera stór, og hava millum 800 og 900 luttakarar melda til

At Klaksvík er ein heilsubýur sást veruliga aftur í áhuganum fyri árligu Fólkaheilsurenningini, sum Treysti skipar fyri í Klaksvík kl. 14.00 í morgin.

– Virkir og stovnar hava tilsamans tilmelda eini 500 starvsfólk, og afturat teimum 300, sum hava melda til á netinum, so er talið yvir 800 luttakarar, sigur Pól Sundskarð frá Treysti.

– Tá so nógvir luttakarar eru, vilja vit heita á fólk um at møta stundiliga kl. 13.00 í Badmintonhøllini fyri at heinta startnummarið, sigur Pól Sundskarð.

Veðurforsøgnirnar eru góðar og verður tað av allarfagrasta veðri í morgin meðan runnið ella gingið verður.