Nú Klaksvíkar kommuna hátíðarheldur 100 ár sum sjálvstøðug kommuna hevur Norðoya Fornminnafelag valt at sýna fram aftur tær vælumtóktu fólkalívsmyndirnar, sum hava verið frammi við ára millumbilum seinastu sløku 50 árini.
Hesa 9. ferð sum eina gávu og heiður til býin og kommununa.
Framsýningin, ið verður á Sjómannadegnum leygardgin, verður hesu ferð býtt upp, so framsýning við ymiskum gomlum arbeiði verður í stóra tjaldinum á Stongunum, áttamannafarið Avlop er flotað á vágni, og verður róð í tí, og nakrir bólkar koma so at ganga í skrúðgongu úr miðbýnum og norð á Stangabrúnna og endað í stóra tjaldinum.
Sum fyrr hevur verið, so eru øll fólkini latin í gomul gerandisklæði, og hava samstundis tey amboð hjá sær, ið vórðu nýtt til tey ymsu arbeiðini.
Byrjað verður kl. 14 í stóra tjaldinum, tá fólk vísa fram ymisk handalig arbeiði, ið vórðu gjørd inni fyri uml. 100 árum síðani, og heldur hetta á fram móti kl. 17.
Uml. kl. 14.45 ferð skrúðgonga úr skúlagarðinum runt Lítla Eið eftir Biskupsstøðgøtu og Nólsoyar Pálsgøtu, oman til bátabrúgvarnar og verður síðani gingið norð eftir Stangabrúnni og at enda heim aftur, til skrúðgongan endar í stóra tjaldinum.
Báturin Avlopið kemur saman við øðrum førum at verða á vágni allan dagin. Báturin er útgjørdur við tí mesta, sum var vanligt umborð á einum føroyskum báti. Tá róð verður, verður høvi hjá fólki at hyggja at hesum gott 100 ára gamal báti, har átta mans í gomlum sjóbúnað sita við árarnar.
Móti kl. 17, tá framsýningin endar, fara øll tey, ið hava verið við í framsýningini upp á gólv í stóra tjaldinum, og at enda savnast øll til eina hugnaløtu á Norðoya Fornminnasavni aftaná.




