Sjálvt um prísir á brúksvørðum sosum olju,medesini og ørðum vørum eru ógvuliga nógv hækkaðir so er fólkapensiónin ongantíð broytt ella prístalsviðgjørd.
Sjálvt um prísir á brúksvørðum sosum olju,medesini og ørðum vørum eru ógvuliga nógv hækkaðir so er fólkapensiónin ongantíð broytt ella prístalsviðgjørd.
Ein pensionistur fær neyvan lønandi arbeiði og í nógvum føri er hann/hon ikki í
stand, at vera í lønandi arbeiði, men fær hann ístaðin stórar útreislur at drægast við,
sum eg vísi til niðanfyri.
1. Stórar medecin útreislur
2 Meir brúk fyri læknahjálp.
3 Brúk av brillum og hoyriapparat
4 Treingir meir varma sum veksur um oljunýstlu + Sev
5 Ikki ráð at brúka bil.
6 Heldur ikki ráð til viðlíkahald av ognum.
7 Heldur ikki ráð sum feks. at ferast til børn og familju
í Danmark ella Noreg, hettar hevði glett mong
Ein fólkapensionistaløn liggur væl niðan fyri 9.000.00 kr. um mánan, hettar er undur
alt lámark, nevnda upphædd er bert ein fjóringur av tí efturløn sum løgtingsfólk hava givið
sær sjálvum.
Politikkarirnir hava givið sær eina efturløn sum vit pensionistar ikki øvunda tykkum
og er tað heldur ikki tann kr. upphæddin sum vit biðja um, men vit heita á tykkum í stórsta
álvara um tit ikki kunnu læta okkum pensionistar fáa eina efturløn sum sværar til heltina av
efturlønini hjá løgtingsfólkunum, hettar er ikki órímuligt ynski frá okkum, eg haldi at vit eru
tað verd.
Hettar er okkara áheitan og bøn til háttvirdu løgtingsfólk, vit vóna at fáa frá tykkum eitt
greitt svær sum gevur okkum ein virðiligan aldurdóm.
Tíbetur so blívur framtíðin ljósari fyri fólkapensionistar við tað at fólk sum ung byrja at
gjalda til sína egnu aldursrentu so tey koma til tað tíð, tá henda orning kemur at virka, at fáa
ein góðan og tryggan aldurdóm, men árenn hettar blívur verðuleiki, so biðja vit núverandi
pensionistar, um, at okkara efturløn ella pensión blívur hækka sum nevnt omanfyri.
Tað hevur verið frammi í Løgtinginum av og á, um at hækka fólkapensiónina og serliga
upp til hvørt valg, men hevur tað til hendan dag ikki givið nakað úrslit
Eg vil hervið heita á allar fólkapensionistar í Føroyum um, ikki at velja polittiskt til komandi
valg, men velja tann flokk ella flokkar, sum í verkið vísa vilja til at hækka fólkapensiónina so vit
gomlu kunnu fáa ein góðan og virðiligan aldurdóm.
Antalið av fólkapensionistum ídag í Føroyum er ca. 7000 og um tey íð eru frá 60 til 67 ár
eisini vilja standa saman við fólkapensionistunum til eitt komandi valg, so vil tælið koma uppá
ca. 8 til 9000 stemmur, so tað kann fáa stóra ávirkan á vælúrsliti.
Løgtingsmenn/kvinnur vísi okkum virðing, so vilja vit fólkapensionistar eisini virða tykkum.
Við hávirðing
J.S.K. fólkapensionist