Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaræðið í kommununum

Danial Viðoy

Øll, sum nú sita í bý- ella bygdaráðum, verða nú biðin um at luttaka í kanning, sum Beinta í Jákupsstovu, dr.polit., stendur fyri. Endamálið við kanningini er at lýsa avleiðingar, sum broytingar í bý- og bygdaráðunum kunnu hava á rekrutteringina av kommunupolitikarum.

TÍÐINDASKRIV:

Stórar broytingar henda í føroyskum kommunupolitikki. Tá er sera umráðandi at fylgja við, hvørji ið verða vald, og hvørjar hugsanir tey fólkavaldu hava um politiska virksemið í kommununum.

Hetta er fjórðu ferð, at slík spurnakanning verður gjørd í samstarvi við Kommunufelagið. Hesu ferð verða tey spurd, sum vórðu vald í 2012. Við nýggju kanningini fer at bera til at fylgja einum ráki frá 2000 til 2016.

Ætlanin er at leggja fram fyrstu úrslitini á 100-ára haldi fyri almennan atkvøðurætt, sum Demokratia skipar fyri í Norðurlandahúsinum 30. apríl 2016.