Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkatingsval er útskrivað at verða 18 juni

John William Joensen

Danski statsministarin, Helle Thorning-Smith, hevur í morgun útskrivað val til fólkatingið at vera tann 18. juni.

Danski statsministarin, Helle Thorning-Smith, hevur í morgun útskrivað val til fólkatingið at vera tann 18. juni.

Helle Thorning segði hetta á tíðindafundinum:

– Tá ið eg kom til, var Danmark í kreppu. Fleiri 100.000 vóru arbeiðsleys og fyritøkurnar skríggjaðu. Eg havi frá dag eitt havt eittans mál. At føra Danmark út kreppuni.

– Omanfyri 30.000 eru nú komin aftur í arbeiði. Danmark er nú komið úr kreppuni. Vit hava orsøk fyri at vera nøgd. Danmark er besta land, at liva í.

– Nógvir danir eru bangnir fyri, at tað ber til at varðveita Danmark, sum vit kenna tað. Vit vera noydd, at blíva við at gera reformar.

Hon heitti á borgararnar um at velja millum tvey ting. Skal tað vera ráð til vælferð? og hvør skal stýra tey næstu fýra árini.