Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkatingsval í heyst

Helgi Abrahamsen

“Tað sær meira enn óvanliga trupult út,” sigur Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum um samráðingarnar um 2025-ætlanina hjá donsku stjórnini.

“Tað sær meira enn óvanliga trupult út,” sigur Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum um samráðingarnar um 2025-ætlanina hjá donsku stjórnini. Ófrávíkiligu krøvini hjá Liberal Alliance um lægri topskatt, fáa Thulesen Dahl at halda, at eitt val í heyst gerst meira og meira sannlíkt.

“So leingi sum Liberal Alliance heldur fast við síni krøv, er tað trupult at síggja, hvussu ein semja kann verða funnin,” sigur hann.

Mælir til semju við Sosiademokratarnar

Kristian Thulesen Dahl sær ein møguleika vera, at semja verður gjørd millum tríggjar teir størstu flokkarnar í Fólkatinginum, Sosialdemokratarnar, Danska Fólkaflokkin og Vinstra, men hesum møguleikanum hevur Vinstra-stjórnin ikki vilja tikið av. Teirra boð eru, at semja skal gerast millum borgarligu flokkarnar.

Breiða semjan førir til misálit

Skuldi tað hent, at teir tríggir stóru flokkarnir gera semju, so fer formaðurin í Liberal Alliance at reisa misálit á stjórnina, og Mette Frederiksen, forkvinna í Sosialdemokratiska flokkinum hevur sagt, at hennara flokkur fer ikki at atkvøða ímóti einum uppskoti um misálit.

Kristian Thulesen Dahl kemur tí til ta niðurstøðu, at fólkatingsval verður í heyst, og tí møguleikanum hevur hann einki ímóti.

“Við tí fáa vit møguleika at vísa, at tað í veruleikanum er ein stórur meiriluti á Christiansborg, sum er til reiðar at lata seg í arbeiðsklæðini og royna at finna hvønn annan,” sigur hann.

“Eina ella aðrastaðni haldi eg, at fólkaræðið kemur til sín rætt, um vit fáa víst, at ein einstakur flokkur kann ikki bara taka eitt evni og gera tað avgerandi fyri, um vit kunnu gera nakað sum helst á Christiansborg,” sigur Kristian Thulesen Dahl.

kelda: politiko.dk/ritzau