Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkatónleikarabólkurin “SKRÅ” á ferð í Føroyum

John William Joensen

Komandi viku kemur álendski fólkatónleikarabólkurin SKRÅ á vitjan í Føroyum.

Bólkurin verður nevndur hin djarvi fólkatónleikarabólkurin úr Álandi. SKRÅ hava spælt saman í meira enn 4 ár og hava allatíðini roynt at hildi fast í sínar norðurlendsku røtur samstundis sum te hava latið seg ávirkað av rákinum uttanífrá.

SKRÅ hava spælt spælt í ymsum londum, tó mest í Álandi.

SKRÅ vunnu Music.ax 2006

SKRÅ vunnu við stórum meiriluta álendsku tónlista-kappingina Music.ax í 2006 í NIIPA skipaði fyri.

Hugskotið til kappingini kom Stefan Simonsen og gomlu føroysku Prix Føroyar kappingini. Partar av musix.ax vóru skipaðir eftir nøkunlunda sama leisti, sum onkrar av Prix Føroyar kappingunum. Umboð fyri music.ax vóru og vitjaðu Noðrulandahúsið í Føroyum og kunnaðu seg um hvussu Prix Føroyar var skipað og hvørjir man hevði frá hesum.

Til finaluna í music.ax 2006 luttók eisini føroyski bólkurin Dejavu, sum serligur gestabólkur.

Ein av høvuðsvinningunum var ein konsertferð til Føroyum og eisini ein tónleikaupptøka í kenda Lundgaard Studio í Danmark. Til stuttleikar kann nevnast at ein av høvuðsvinningunum til tvær av Prix Føroyar kappingunum var ein upptøka í Lundgaard Studio, har m.a. Clickhaze, Gestir og TAXI hava tikið upp. Nýggja fløgan hjá SKRÅ kallast “Bitar” og tað er føroyska plátufelagið TUTL sum gevur hana út.

Konsertir í Klaksvík, Vestmanna og Tórshavn

Fyrsta konsertin hjá SKRÅ verður hóskvøldið 3. Apríl í Havnar Klubba, tað er Havnar Klubbi og Fólkatónleikarafelagið og Norðurlandahúsið sum skipa fyri hesari konsertini, har eisini verður møguleiki at hoyra aðrar føroyskar fólkatónleikarar og fólkadansarar.

Næsta konsertir verður í Atlantis í Klaksvík. Fríggjakvøldið 4 apríl, kl. 20.00. Konsertin er skipa sum eitt samstarv millum Klaksvíkar Kommunu, Atlantis og Norðurlandahúsinum í samband við at Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár og Norðurlandahúsið verður 25 ár.

Tann triðja konsertin verður í Norðurlandahúsinum samstundis sum ein stór álendsk listaframsýning letur upp, leygardagin 5 apríl kl.16.00.

Allar konsertirnar eru almennar.

Seinasta konsertin verður seinni leygarkvøldið á Bryggjuni í Vestmanna , hendan konsertin byrjar kl. 22.00. SKRÅ spældu m.a. á G!-festivalinum 2006.