Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkið er komið í land

Oliver Joensen

Skiparin á Atlantic Navigator hevur sent fólkið í land og nú eru bert teir av manningini eftir umborð sum skulu verða eftir.

Tað var eftir øllum at døma eitt "Black out" sum gjørdi at Atlantic Navigator um 10 tíðina í kvøld rendi á land á Kunoyarnes.



Tað er naka av vindi har sum Atlantic Navigator stendur men sjógvurin er slættur.



Fyri løtu síðan avgjørdi skiparin at senda alt fólkið í landi, sum ikki hevði fyri neyðini at vera umborð.







Brimil er á veg og síðan verður roynt at sloypa skipið av aftur.







Sum Norðlýsið skilir stendur skipið heilt inni í kelttinum við kúlustevninum uppi á landi.