Sambart lesarakanning her á nordlysid.fo vil 62% hava Drotningina ella eina heilt aðra skipan
Nú 1345 atkvøður vóru avgreiddar á heimasíðuni er tað greitt at næstan 32% av teimum sum hava svarað vilja varðveita drotningina sum hægsta myndugleika í Føroysku fólkakirkjuni.
Føroyingar vilja eftir øllum at døma hava somu skipan sum íslendingar høvdu tá teir yvirtóku íslendsku fólkakirkjuna.
Einans 24,4 % av lesarunum taka undir við tí leisti sum landsstýrið ætlar at brúka, nevniliga at Løgmaður skal veraða hægsta vald kirkjunnar.
Sambært somu kanning vilja einans 11,8% taka undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum um at løgtingsformaðurin skal standa á odda fyri kirkjuni
Nýggja skipan
Tað sum eisini er áhugavert við hesi kanningini er at heili 32,1% av lesarunum vilja hava eina heilt aðraskipan enn tað sum hevur ligið í kortinum.




