Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólksins rødd = røddin hjá Havnafólki

John William Joensen

” Fólksins rødd” er nýggjasta sendirøðin hjá Kringvarpinum – sum eftir ætlan skal verða í 5 pørtum. Sendingin passar sera væl inn í “sendiflatuna” hjá Kringvarpinum

Í tíðindaskrivið frá Kringvarpinum stóð at lesa at ætlanin var at fylgja nøkrum føroyskum familjum í fimm vikur.

Sendingarnar geva vanliga fólkinum høvi at siga sína hjartans hugsan, um ymisk almenn viðurskifti varð sagt og síðani eru tvær sendingar farnar av bakkastokki.

Havnafólk filma havnafólk

Fyrst vil eg rósa kringvarpinum fyri at funni fimm familjur – allar í høvuðsstaðnum. Tað hevur óivað kravt stóra fyrireiking og tilrættarlegging????

Sjálvandi skal landið kunnast um hvat fólk meina í Havn – men at tvangsinnleggja restina av landinum – at síggja og hoyra hvussu lívið er í Havn – er lítið høpið í.

Men kanska passar tað ikki inn í "sendiflatuna" hjá Kringvarpinum eitt fríggjakvøld at vísa hvat bygdafólk havast at.

Nú politiska skipanin í Havn heldur tað verða óneyðugt við sjúkrahúsum í Klaksvík og í Suðuroy – kundi tað verið óheppið um ein hjólbeintur klaksvíkingur loysti frá posabandinum í bestu senditíð í monopolvarpinum.

Nei – tá er meira hugaligt at hoyra bókaklubbakonur í Havnini tosað um hvussu ræðuligt tað er at fólk á Skálafjørðinum hava tikið seg saman at stovna ein frískúla. 

– Tonk tær til um skálafjarðarbúgvar fóru at hugsað annaðleiðis enn tað sum Mentanamálaráði og fólkaskúlin halda verða borðbart – skrekkiligt!!

Nú eru so tríggjar sendingar eftir og spennandi verður at síggja um kringvarpið hevur hugflog og fíggjarliga orku til at leita út um bøgarðarnar í Havn. – Men neyvan verður farið til Sandoynna – tí hugsa tær um fólk har fara at tosað positivt um sandoyartunnilin??

– Nei best er at finna onkran bindiklubb í Havnini – Tey eru jú øll upprunaliga bygdafólk – so tey kenna trupuleikararnar og lívið á bygd – ikki so???

Annars takk fyri eina góða og áhugaverda sending.

John William Joensen