Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólksligur kjakfundur leygarkvøldið

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 22. august klokkan 19.30 skipar Politiko fyri einum ókeypis og øðrvísi kjakfundi í Reinsarínum og Perluni.

– Lagt verður upp til livandi kjak, har luttakandi flokkarnir fara at kjakast um heilsuverkið, fólkavøkstur og mentan og list í Reinsarínum, siga fyriskipararnir.

Í steðgunum millum kjakevnini verður livandi tónleikur, meðan fólk eisini fáa høvi at leska sær og vitja básar hjá ungmannafeløgunum í Perluni.

Kvøldið verður hóskandi rundað av við stuttari framløgu frá formanninum í Listafólkasambandi Føroya, sum lýsir korini hjá føroyskari list, ið verður útgangsstøði fyri seinasta kjakevni millum politisku flokkarnar.

– Kjakformurin verður leysur og stuttur, soleiðis at vit kunnu fáa livandi orðadrátt millum floksumboðini og áhoyrararnir sleppa at seta umboðunum spurningar, áðrenn valevnini at enda fara útum at togtogast, siga fólkini frá Politiko.

Perlan og Reinsaríið í Havnini verða opin út á kvøldið og høvið verður hjá fólki at verða verandi eftir kjakfundirnar til hugna og prát. Tey, sum ikki fáa høvi at leita sær oman, kunnu fylgja við