Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fonn Flog flytir í nýggj og størri høli

John William Joensen

Ferðaskrivstovan Fonn Flog í Klaksvík hevur almenna móttøku í nýggju hølunum í Biskupsstøðgøtu 10 fríggjadagin 13. august millum kl. 16 og 19.

Í meiri enn  12 ár hevur Fonn Flog verið ein virkin ferðaskrivstova við alsmant vaksandi virksemi. Hesi árini hevur Fonn Flog hildið til í hugnaligum og góðum hølum á Nólsoyar Páls Gøtu 28, sum nú eru vorðin ov smá við tí menning, ið verið hevur.
Í fyritøkuni starvast í dag 6 fólk.
Ongantíð hevur verið meiri neyðugt enn nú, at kundin fær eina dygga tænastu, tá ið hann skal út í heim at ferðast, samstundis sum kundar úr øðrum londum  kenna seg væl í okkara lítla landi.
Í samband við at hølini nú eru vorðin ov smá, og fyritøkan nú hevur brúk fyri einum rúmligari karmi við øktum starvsfólkatali og kundarnir eru vorðnir talsterkari, flytir Fonn Flog í nýggj og størri høli í Biskupsstøðgøtu 10.
Í hesum sambandi hevur Fonn Flog almenna móttøku fríggjadagin 13. august frá kl. 16-19, har øll eru vælkomin.

Harleywoodpaint