Í dag var almennn móttøka í nýggju hølunum hjá Fonn Flog á Biskupsstøðgøtu 10
Nógv fólk leitaðu sær inn á gólvið at heilsað upp á tey 6 starvsfólkini hjá Fonn Flog sum i dag fingu nýggj høli at húsast í.
– Tað eru 12 ár síðan at ferðaskrivstovan lat upp í Nólsoyarpállsgøtu og hóast tey hølini vóru hugnalig, so vóru tey vorin ov tronglig, greiddi Leivur Fonn frá.




